Ein milliard dollarar skal tryggja honum sigurin

Ein milliard dollarar skal tryggja honum sigurin
Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum, vil savna eina milliard dollarar fyri at tryggja sær sigurin á Hillary Clinton hjá demokratunum
Donald Trump, ið vil gerast næsti forsetin í USA, ætlar at savna eina milliard dollarar í royndini at vinna á Hillary Clinton undir valstríðnum til forsetavalið í USA
Mynd: Savnsmynd/AP (mars 2016)  
 
05.05.2016 - 12:17

Eina milliard dollarar, ið er tað sama sum 6.467.100.000 krónur.

Tað er upphæddin, sum Donald Trump ætlar at savna í royndini at vinna á mótvalevninum, Hillary Clinton, ið stillar upp fyri demokratarnar til forsetavalið í USA í november.

- Eg vil sameina flokkin, og vit fara at savna fólk. Eg vænti, vit fara at vinna á Hillary Clinton, segði Donald Trump millum annað í samrøðu við Fox News mikukvøldið.

Vil nokta muslimum innferðarloyvi

Gerst Donald Trump næsti forsetin í USA, so ætlar hann at nokta muslimum innferðarloyvi í USA, segði hann í eini aðrari samrøðu við sjónvarpsstøðina NBC  í gjárkvøldið.

Donald Trump hevur eisini ætlanir um at senda fólk, sum ikki hava loyvi at verða verandi í USA, aftur til londini, tey eru komin frá, segði hann í samrøðuni.

Meðan Donald Trump hevur ætlanir at savna eina milliard dollarar til valstríðið, so ætla demokratarnir at brúka tvær milliardir til valstríðið undan forsetavalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659