Davíð Oddsson stillar upp til forsetavalið

Davíð Oddsson stillar upp til forsetavalið
Fyrrverandi forsætisráðharrin tók øll á bóli, tá hann í dag kunngjørdi, at hann vil gerast forseti í Íslandi
Ólafur Ragnar Grímsson fær harða kapping á forsetavalinum í næsta mánað
 
08.05.2016 - 16:08

Valstríðið upp undir íslendska forsetavalið tann 25.juni broytti kós í dag, tá fyrrverandi forsætisráðharrin, 68 ára gamli Davíð Oddsson, óvæntað boðaði frá, at hann stillar upp.

Væntandi verður valstríðið nú politiskt, tí Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, og David Oddsson eru kendir fyri at vera politiskt ósamdir.   

Davíð Oddsson var forsætisráðharri í Íslandi frá 1991 til 2004. Hann er nú blaðstjóri á Morgunblaðnum.

Davið Oddsson hevur fingið sín part av skyldini fyri stóra skrædlið í Íslandi fyri skjótt tíggju árum síðani, tí hann sum forsætisráðharri og seinni tjóðbankastjóri ikki ansaði nóg væl eftir fíggjarliga virkseminum í landinum.

Einki skattaskjól

Íslendskir miðlar hava sjálvandi longu spurt Davið Oddsson, um hann hevur pengar í skattaskjóli. Hann svarar, at hann tíverri hevur ongantíð átt so frægt av pengum og hugflogi, at hann eigur pengar uttanlands. 

Davíð Oddsson almannakunngjørdi avgerð sína í sending hjá sjónvarpsstøðini Bylgjuni í dag. 

Davið Oddsson segði, at hann fer at royna at gerast forseti. Hann hevur bara hugsað um hetta í nakrar fáar dagar, sigur hann, og hann veit ikki, hvussu uppstilling hansara verður móttikin. Hon má standa sína roynd.

Avgerðin er tikin út í blindan heim.   

Davíð Oddsson vísir eisini á, at freistin at stilla upp fer tann 21.mai, so neyðugt var at taka avgerðina um uppstilling.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762