Lívlangt fongsul fyri fólkadráp

Lívlangt fongsul fyri fólkadráp
Býrætturin í Stokkhólmi hevur dømt ein mann fyri at hava tikið lut í fólkadrápinum í Ruanda
 
16.05.2016 - 16:16

Ein 61 ára gamal svenskur ríkisborgari er í dag dømdur lívlanga fongsulsrevning fyri at hava givið boð um at hakka túsundtals fólk til deyða undir fólkadrápinum í Ruanda í 1994.

Claver Berinkidi, sum maðurin eitur, hvarv úr Ruanda eftir fólkadrápið og kom seinni undan kavi í Svøríki. Sambært dóminum hevur Berinkidi givið á oddi fyri einum bólki, sum bardi og hakkaði túsundtals ósek fólk - teirra millum kvinnur og børn - til deyða.

Álvarsligasta lógarbrotið nakrantíð

Ritzau tíðindastovan skrivar, at talan er um tað mest álvarsama lógarbrot, sum nakrantíð hevur verið fyri í svensku rættarskipanini. 

Fleiri enn 900.000 tutsar og hóvligir hutuar vórðu dripnir í Ruanda í 1994.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV