Oljuprísurin uppum 50 dollarar

Oljuprísurin uppum 50 dollarar
Fyri fyrstu ferð í eitt hálvt ár er oljuprísurin nú aftur omanfyri 50 dollarar fyri tunnuna. Prísurin er hækkaður umleið 80 prosent síðani januar
Oljuprísurin er nú farin uppum 50 dollarar fyri tunnuna, og tað er fyrstu ferð síðani í november í fjør
 
26.05.2016 - 08:59

Oljuprísurin er nú farin uppum 50 dollarar fyri tunnuna, og tað er fyrstu ferð síðani í november í fjør. Tað skrivar Wall Street Journal.

Seinastu mánaðirnar er prísurin av olju hækkaður støðugt, síðani hann lækkaði úr 122 dollarum, niður í umleið 30 dollarar fyri tunnuna.

Nú prísurin fór uppum 50 dollarar fyri tunnuna, er prísurin hækkaður við umleið 80 prosentum síðani í januar.

Skógareldur togar prísin upp

Greinarar vísa á, at orsøkin, til at oljuprísurin nú hækkar aftur, fyrst og fremst kemur av, at skógareldurin í Kanada hevur verið til ampa fyri oljuvinnuna har.

Støðan í Nigeria er ótrygg, tá talan er um sølu av olju. Samstundis vísti ein amerikansk uppgerð, at amerikansku oljugoymslurnar eru minni enn roknað varð við.

Í næstu viku fara tey 13 londini, sum eru limir í oljufelagskapinum, OPEC, at hava fund, og tað kann aftur ávirka oljuprísin, vísa eygleiðarar á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659