Bjargingarlið funnið svartan kassa

Bjargingarlið funnið svartan kassa
Ein lítil kavbátur hevur bjargað útgerð, ið kann verða týdningarmikil í arbeiðnum at loysa gátuna, hví Egypt Air-flogfarið datt niður
Egyptisku bjargingarliðini upplýsa, at ein lítil kavbátur tók svarta kassan upp úr flogvrakinum. Myndin varð tikin fyrst í juni, tá bjargingarlið leitaðu eftir vrakinum á eini avmarkaðari leið
 
17.06.2016 - 08:38

Egyptisku bjargingarliðini upplýsa, at ein lítil kavbátur tók svarta kassan upp úr flogvrakinum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Fyri 14 døgum síðani vórðu ljóð staðfest úr øðrum av svørtu kassunum. Dýpið, har leitað hevur verið eftir flogfarinum millum griksku oynna Kreta og norðara part av egyptisku strondini, er tríggjar kilometrar.

Ov tíðliga at gera niðurstøðu

Øll 66 fólkini, sum vóru við flogfarinum, doyðu. Flogfarið var á veg úr París til Kairo hósnáttina 19. mai, tá tað datt niður.

Tey, sum kanna málið, siga, enn er ov tíðliga at koma við eini niðurstøðu um vanlukkuna, men møguleikin fyri eini yvirgangsatsókn er ikki útihýstur.

Svarti kassin tekur upp ljóð og skrásetir samrøður í stýrihúsinum á flogfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659