Øll fáa ikki hjálp

Øll fáa ikki hjálp
378 fólk hava søkt um at fáa nýggja familjustuðulin, 232 fáa hann. 133 umsóknir fingu noktandi svar frá Almannaverkinum
 
08.07.2016 - 10:07

Restin av umsóknunum vórðu tiknar aftur ella eru enn ikki liðugt viðgjørdar. Tað boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi í morgun.

Higartil hava familjurnar fingið 1,7 milliónir krónur í familjuískoyti. Ískoytið var eitt eitt av málunum, sum Javnaðarflokkurin fór til val uppá seinast.

Hámarkið hækkar 10.000 krónur

Tað eru stakir uppihaldarar, hjún ella samlivandi, ið hava børn undir 18 ár, sum hava eina árliga inntøku uppá 190.000 krónur ella lægri, sum kunnu søkja um fult familjuískoyti.

Er árliga inntøkan hægri enn 190.000 krónur, kann søkjast um skert familjuískoyti, sum verður ásett av umstøðunum hjá umsøkjaranum, boðar Almannaverkið frá

Hámarkið fyri fult familjuískoyti hækkar úr 190.000 upp í 200.000 krónur 1. august 2016, sigur Almannaverkið eisini í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938