Valevni dregur í land

Valevni dregur í land
Andrea Leadsom, ið hevði ætlanir um at gerast næsti forsætisráðharrin í Bretlandi, stillar ikki upp kortini
 
11.07.2016 - 12:20

Theresa May verður einsamalla boðið uppá nýggjan bretskan forsætisráðharra. Andrea Leadsom fer at taka seg aftur sum valevni, visti BBC fyri løtu síðani.

Tíðindini eru váttað. Politisk kreppa hevur verið í Onglandi síðani bretar valdu at taka seg úr ES á fólkaatkvøðu og David Cameron boðaði frá, at hann legði frá sær.

Eingin fortalari, fyri at fara úr ES, hevur bjóðað seg fram. Boris Johnsson, fyrrverandi borgarstjóri, boðaði beinavegin frá, at hann ikki stillaðu upp.

Stutt eftir boðaði Nigel Farage, formaður í Ukip, frá, at hann gavst sum formaður. Theresa May er innlendismálaráðharri. Í løtuni er hon einsamøll um boðið, at gerast næsti forsætisráðharran í Onglandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804