Enn ein maður dottin oman

Enn ein maður dottin oman
Talan er útlending, sum er dottin 150 metrar oman við Eggjarvatn, eystan fyri Gøtugjógv
Aftur í dag vóru boð eftir bjargingartyrluni
 
17.07.2016 - 12:12

Tað var um 11-tíðina í morgun, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður varð dottin oman. Tveir menn, um 30 ára aldur, útlendingar, vóru farnir í fjøllini omanfyri Gøtugjógv at ganga, tá óhappið hendi.

Maðurin, sum datt oman, hevði vit, tá bjargingarfólk komu á staðið. 

Hann er nú fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tyrlan hjá Atlantic Airways flutti mannin.

Meir um málið í tíðindunum klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541