Flogvanlukka í Kolumbia: 71 deyð, seks á lívi

Flogvanlukka í Kolumbia: 71 deyð, seks á lívi
Eitt flogfar við 77 fólkum datt tíðliga í morgun niður í Kolumbia. Millum ferðafólkini er eitt fótbóltslið við fylgi
Eitt flogfar við 77 fólkum datt í morgun niður í Kolumbia. Seks fólk eru komin frá vanlukkuni við lívinum
Mynd: jetphotos.net  
 
29.11.2016 - 12:05

Eitt flogfar er dottið niður í Kolombia tíðliga í morgun okkara tíð. Til samans vóru 77 fólk við flogfarinum, sum er dottið niður.

Myndugleikarnir siga sambært bretska kringvarpinum, BBC, at hildið verður, at seks fólk eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum.

Flogfarið, ið er líka sum gomlu flogførini hjá Atlantic Airways, fleyg í kring nærhendis flogvøllinum, har tað skuldi lenda, áðrenn tað datt niður.

Greinin heldur fram niðanfyri

Millum tey ferðandi var eitt fótbóltslið frá bestu deildini í Brasilia við fylgi. Liðið eitur Chapecoense Real, og spælararnir skuldu til kapping í Kolombia. 

Flogfarið, eitt British Aerospace 146, datt niður í einum fjallalendi miðskeiðis í Kolumbia stutt fyri midnátt lokala tíð, tíðliga í morgun okkara tíð.

Floghavnin í Medellin hevur upplýst á Twitter, at tey royna at veita so nógva neyð- og bjargingarhjálp sum gjørligt.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært tíðindaskrivi frá flogvøllinum í Medellin vóru tekniskir trupulleikar í torninum á flogvøllinum.

Veðrið er ikki gott á leiðini, og tí ber ikki til hjá bjargingarliðum at koma fram við tyrlu ella flogfari, men bara yvir land. Harafturat er eisini myrkt.

- Hetta er øgiligur sorgarleikur, sigur borgmeistarin í Medellin, Frederico Gutierrez, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155