Ódnirnar fóru illa við vindmyllunum

Ódnirnar fóru illa við vindmyllunum
Fleiri vindmyllur hjá SEV hava staðið stillar seinastu dagarnar tí tær fingu skaða í í ringa veðrinum á jólum
Tað stóð nógv á vindmyllunum hjá SEV á jólum. So mikið nógv, at fleiri teirra fingu skaða av nógva vindinum, sum var
 
08.01.2017 - 15:48

Ódnarveðrið á jólum hevði við sær, at fleiri smærri brek vórðu staðfest í vindmyllunum hjá SEV - bæði á teimum í Húsahaga og Neshaga.

Vindmyllurnar verða eftirkannaðar og umvældar og settar í gongd aftur, so hvørt tær eru lidnar, boðar SEV frá í tíðindaskrivi til miðlarnar.

76 m/s í Neshaganum

SEV væntar, at allar vindmyllurnar koyra aftur sum vanligt ein av fyrstu døgunum, verður upplýst í tíðindaskrivinum til fjølmiðlarnar.

Ein av vindmyllunum í Neshaga máldi upp í 76 m/s í jólaódnini. Mesti vindurin, sum SEV hevur mátað í Neshaga, er 82 metrar um sekundið.

Fimm ENERCON-vindmyllur eru í Neshaga, og 13 myllur av hesum slagnum eru í Húsahaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597