Fleiri bøtur skrivaðar

Fleiri bøtur skrivaðar
Løgreglan ger nú um dagarnar grein 13-kanningar ymsa staðni um landið. Fleiri bilførarar fáa í næstum bót sendandi frá løgregluni
 
23.02.2017 - 15:16

Løgreglan gjørdi mikudagin grein 13-kanningar í Havn. 11 mál vórðu skrivað í sambandi við, at bilførarar ikki høvdu ljósini í lagi, tosaðu í fartelefon meðan teir koyrdu, og ikki høvdu koyrikortið uppi á sær. 

Í gjár vórðu kanningar gjørdar við skúlar ymstaðni í landinum. Við Sankta Frants Skúla í Havn vórðu 70 bilar kannaðir, men bara eitt mál varð skrivað, - og tað var eitt barn, sum ikki sat í trygdarbelti. Fyri tað lógarbrotið fær bilførarin klipp í koyrikortið.

Við Miðvágs skúla vórðu 20 bilar kannaðir, og har var alt, sum tað skuldi vera. Í Leirvík var morgunferðslan við skúlan eisini kannað. Har vórðu tvey mál skrivað, ein bilførari hevði ikki koyrikortið uppi á sær og eitt barn sæt ikki í trygdarbelti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541