Innferðarforboð roynast í rættinum

Innferðarforboð roynast í rættinum
Nýggja innferðarforboð hjá amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, kemur í gildi longu í næstu viku. Hawaii fer í rættin við forboðnum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, setur í næstu viku eitt nýtt innferðarbann í gildi
 
08.03.2017 - 11:40

Sambært fleiri amerikonskum fjølmiðlum, millum annað CNN, sendu sakførarar í deilstatinum Hawaii ígjár inn fráboðan til rættin, har longu í dag verður roynt at sleppa undan nýggjasta innferðarforboðnum hjá Trump móti millum annað íbúgvum í seks londum, har meginparturin av fólkinum eru muslimar.

Vónin er, at ein samveldisdómari í Hawaii skal seta í gildi forboð móti hesum, og at forboðið kemur í gildið beinanvegin. Báðir partar í málinum hava biðið dómstólin um hoyring í málinum skjótast gjørtligt, so at avgerðin verður tikin áðrenn forboðið kemur í gildi.

Løgmálaráðið í USA hevur higartil ikki viðmerkt málið. Trump skrivaði mánadagin undir forsetaboðini, sum banna íbúgvum úr Somalia, Iran, Sudan, Jemen, Sýria og Libya at koma til USA frá og við 16. mars. 

Innferðarforboðið fevnir ikki um Irak, eins og fyrsta innferðarforboðið gjørdi. Tað forboðið ógildaði ein samveldisdómstólur, sum metti, at tað var brot á grundlógina, tí tað í høvuðsheitinum var ætlað at raka muslimar, og at grundgivið var ikki nóg væl fyri forboðnum, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086