Hetta verður nú bannað onkrastaðni

Hetta verður nú bannað onkrastaðni
USA bannar nú ferðafólkum úr fleiri muslimskum londum og afrikanskum londum at hava við sær elektroniskar lutir í handviðførinum
Í gjárkvøldið skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar um ætlanirnar at banna ferðafólkum úr fleiri londum at taka teldil og berbarar teldur við í handviðførið á flogferðum til USA
 
21.03.2017 - 17:26

Í gjárkvøldið skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar um ætlanirnar at banna ferðafólkum úr fleiri londum at taka teldil og berbarar teldur við í handviðførið á flogferðum til USA. 

Í morgun váttaðu embætisfólk í Trump-fyrisitingini hetta, skrivar AFP-tíðindastovan. Sambært tíðindastovuni kemur forboðið í gildi í dag.

Tað ber í sær, at ferðafólk mugu kekka inn elektroniska útgerð, sum er størri enn ein fartelefon, áðrenn tey fara umborð á flogfarið. Talan er um berbara teldu, teldil og stór myndatól.

Skal bøta um flogtrygdina

Forboðið er galdandi í óásetta tíð, og fevnir um beinleiðisflúgving frá 10 flogvøllum, sambært amerikanskum embætisfólkum.

Sambært AP-tíðindastovuni er talan um flogvøllin í Kairo í Egyptalandi, Amman í Jordan, Kuwait City í Kuwait, Casablanca í Marokko, Doha í Qatar, Riyadh og Jeddah í Saudi Arabia, Istanbul í Turkalandi, og Abu Dhabi og Dubai í Sameindu Emiratunum.

Endamálið við forboðnum er at styrkja trygdina. Í forboðan frá flogfelagnum Royal Jordanian Airlines og alemnnu tíðindastovuni í Saudi Arabia, eru fartelefonir og medisinsk útgerð ikki fevnd av forbonum.

Men øll onnur elektronisk útgerð skal pakkast niður og kekkast inn. Ein talsmaður fyri trygdarstovnin hevur sagt við tíðindastovuna hjá AP, at hann vil ikki viðmerkja málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172