Skot í London

Skot í London
Fleiri fólk eru seinnapartin særd av skotum uttanfyri tjóðartingið í London, skriva fleiri tíðindastovur.
 
22.03.2017 - 15:48

Sambært Reuters eru tvey fólk skotin uttanfyri inngongdina til tjóðartingsbygningin, og alt virksemi í bygninginum er steðgað og tryggjað.

Samstundis verður upplýst, at fleiri fólk eisini eru særd av skotum við Westminster Bridge.

Ein myndamaður hjá Reuters upplýsir, at hann hevur sæð minst seks særd fólk við Westminster Bridge, sum er tætt við tjóðartingið.

Enn er ógreitt hvussu tey hava tað og hvussu støðan er.

Bretska løgreglan sigur seg kenna til málið, sum verður viðgjørt sum ein skothending.

Sambært Sky News var bretski forsætisráðharrin, Thersa May í tjóðartinginum tá skotini hoyrdust, hon varð fingin úr bygninginum av einum løgreglumanni, og er farin úr tjóðartinginum.
Fólk siga seg hava sæð ein mann við knívi uttanfyri tjóðartingið, og eisini at ein trygdarvørður skjeyt ein mann sum leyp á ein løgreglumann.
Seinastu tíðindini úr London vilja vera við, at minst 12 fólk eru særd í einum álopi við tjóðartingið, og at ein bilur koyrdi á fleiri fólk á Westminster Bridge.
Løgreglan sigur seg framvegis ikki kunna siga, um talæan var um eina yvirgangsatsókn ella eina aðra atsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861