Óvist hví fótbóltslið varð álopið

Óvist hví fótbóltslið varð álopið
Løgreglan í Dortmund veit framvegis ikki, hví besta fótbóltsliðið í býnum varð álopið týskvøldið. Ein leikari fekk skaða í spreingini
Mynd: AP  
 
12.04.2017 - 09:15

Tað skrivar tíïndastovan, Ritzau. Løgreglan heldur, at talan var um "álvarsom spreingievni", og ákærumyndugleikin hevur greitt frá, at eitt bræv, sum varð funnið nærhendis gerningsstaðið, nú verður kannað nærri.

Tað var beint eftir klokkan sjey í gjárkvøldið, at tríggjar spreingingar vórðu nærhendis, har leikarabussurin hjá týska fótbóltsliðnum koyrdi. Bussurin var á veg móti móti leikvøllinum at spæla Champions League-dyst móti AS Monaco.

Fleiri rútar í bussinum brustu. Ein leikari, spanski Marc Batra, varð løstaður í hondina av glassplintrinum og noyddist á sjúkrahús at leggjast undir skurð. Dysturin er fyribils útsettur til í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554