Hótta við at oyða USA

Hótta við at oyða USA
Samstundis sum USA umhugsar, hvussu landið kann trýsta Norðurkorea, hóttir Norðurkorea við at oyða bæði USA og Suðurkorea
Hermenn við einari mynd av Kim Il-sung, ið var tann fyrsti harðrendi forsetin í Norðurkorea, á eini skrúðgongu í Pyongyang
Mynd: AP  
 
20.04.2017 - 14:52

USA kannar í løtuni ymsar mátar at leggja trýst á Norðurkorea. Tað verður gjørt sum liður í spurninginum um kjarnorkumenningarætlanina hjá landinum.

Kannað verður millum annað, um tað var rætt at strika Norðurkorea av einum amerikonskum lista yvir øll heimsins lond, sum stuðla yvirgangi.

Stjórnin í USA hevur áður tosað um, at landið fer at skjóta niður allar royndarrakettir hjá Norðurkorea. Endamálið er at leggja trýst á Norðurkorea, so sleppast kann undan kríggi.

Kanna allar møguleikar

"Vit kanna støðuna hjá Norðurkorea; bæði tá tað snýr seg um at stuðla yvirgangi, og hvussu vit kunnu leggja trýst á stýrið í Pyongyang. Vit kanna neyvt allar møguleikar."

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, sambært tíðindastovuni hjá Reuters. Tillerson vónar, at nýggjar samráðingar kunnu fáast í lag við Norðurkorea.

"Síggja vit nøkur tekin um álop á okkara heimsvald, fara vit eirindaleyst at leypa á amerikonsku hermegina" sigur Sin Hong-chol, uttanríkisráðharri í Norðurkorea, sambært Al Jazeera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659