Nýútbúgvin í Danmark hava tað ov gott

Nýútbúgvin í Danmark hava tað ov gott
Reglurnar fyri dagpening eftir loknan lesnað í Danmark skulu herðast, so arbeiði verður til fleiri, heldur Altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF
Lesandi í Danmark skulu ikki hava so lagaligar treytir, sum tey hava í løtuni. Tað heldur Altjóða gjaldoyragrunnurin
 
10.05.2017 - 15:10

Ungfólk í Danmark, ið eru liðug við útbúgvingar, hava lagaligar treytir. Um tey ikki fáa arbeiði beinanvegin eftir loknan lesnað fáa tey dagpening frá fyrsta degi, tey eru arbeiðsleys eftir lesnaðin.

Tað er ein marglætistrupulleiki, sigur David Hofman. Hann er leiðari í einum arbeiðsbólki hjá Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, sum hevur vitjað í Danmark síðstu dagarnar, skrivar Politiken.

- Í Danmark hava fólk rætt til dagpening frá tí degnum, tey eru liðug við útbúgvingina. Tað er óvanligt og eisini gávumildni, sigur hann sambært danska blaðnum.

Trupulleikin kann gerast enn størri

Dagpeningurin hjá nýútbúnum í Danmark skal minka. Samstundis eiga danir eisini at umhugsa ymiskar broytingar í stuðulsskipanini til lesandi í Danmark, heldur David Hofman.

- Tað tykist, sum lesandi fáa studning eftir at útbúgvingarnar eru loknar. Reglurnar skulu herðast, so tað verður skjótari at fáa tey ungu út á arbeiðsmarknaðin, sigur hann sambært Ritzau.

Tað er longu nú trupult at fáa fólk til byggi- og tænastuvinnuna. Trupulleikin kann eisini raka aðrar vinnugreinar um einki verður gjørt, halda búskaparfrøðingarnir hjá Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659