Íbúðir í Reykjavík dýrka

Íbúðir í Reykjavík dýrka
Tað er ikki bara í føroyska høvðusstaðnum, at tað er trot á bústøðum
 
21.05.2017 - 09:35

Í Reykjavík eru íbúðarprísirnir hækkaðir støðugt, sløk 21 prosent seinastu tólv mánaðirnar.

Tað eru serliga ung fólk, sum hava trupult at fáa fíggjarligu endarnar at røkka, tí leiguprísirnir og húsaprísirnir eru so høgir.

9.000 íbúðir byggjast

Tað eru serliga tvær orsøkir til at íbúðarprísirnir eru hækkaðir støðugt. tað. Onnur orsøkin er, at ov fáar íbúðir eru bygdar seinastu árini.

Hin orsøkin er, at umleið 1.600 íbúðir verða leigaðar ferðafólkum. Ungdómurin býr av somu orsøk longri heima hjá foreldrunum nú enn fyrr.

Ein kanning hjá íslendska Húsalánsgrunninum vísir, at tað er tørvur á umleið 4.600 íbúðum í Reykjavík, og at 9.000 íbúðir skulu byggjast næstu trý árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659