Minningarhald í ES-tinginum fyri Helmut Kohl

Minningarhald í ES-tinginum fyri Helmut Kohl
Fyrrverandi týski kanslarin verður heiðraður fyri sítt arbeiði at sameina Evropa
Helmut Kohl var kanslari, tá Berlinmúrurin fall
 
01.07.2017 - 11:34


Verandi og fyrrverandi ríkisleiðarar eru í dag í Strasbourg, har minningarhald er í ES tinginum fyri týska kanslaranum Helmut Kohl, ið andaðist herfyri. Jarðarferðin verður seinni í dag í týska býnum Speyer í landspartinum Rheinland-Pfalz.

Helmut Kohl var vesturtýskur stjórnarleiðari, tá Berlinmúrurin fall í 1989, og Vesturtýskland og Eysturtýskland vórðu sameind aftur eftir at hava verið hvør sín statur eftir at Týskland varð hersett og endi fekst á krígnum í Evropa í 1945.

Helmut Kohl verður heiðraður fyri sín lut í arbeiðinum fyri at sameina Evropa aftaná kríggið, og í ES parlamentinum fara týski kanslarin Angela Merkel, franski forsetin Emmanuel Macron og russiski forsætisráðharrin Dmitry Medvedev at halda røðu. Tað fara fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton og fyrrverandi spanski forsætisráðharrin,  Felipe González, eisini.

Minningarhaldið átti at verið í Berlin heldur sonurin

Tað er fyrstu ferð slíkt minningarhald er í ES tinginum, har ES flaggið var breitt út yvir kistuna við Helmut Kohl.

Tað er eftir ynski frá einkjuni, Maike Kohl-Richter, at Helmut Kohl ikki fær eina týska stats-jarðarferð. Men tað heldur sonur Helmut Kohl í fyrru giftu, Walter Kohl, at pápin átti at fingið.

Walter Kohl heldur, at minningarhaldið átti at verið í høvuðsstaðnum Berlin við Brandenburger Tor, har ein partur av múrinum millum Eystur- og Vesturtýskland stóð.

Í samrøðu við týska blaðið, Die Zeit, sigur Walter Kohl bart út um minningarhaldið í ES tinginum, at tað er óvirðiligt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155