Schengen-eftirlitið herðast

Schengen-eftirlitið herðast
Fólk, sum ætla sær inn í Schengen-økið í framtíðini, skulu kannast betri enn nú, hevur ES samtykt
 
05.07.2017 - 10:20

Eftirlitið í Schengen økinum skal herðast, tað vil siga at fólk sum ætla sær inn í Schengen økið, skulu kannast betri enn nú.

Tað hevur ES samtykt, og Danmark tekur undir við átakinum, sigur danski ráðharrin, Inger Støjberg. Endamálið við átakinum er at forða fyri at víðgongdir islamistar koma um markið og inn í Europa.

Higartil hava tað verið borgarar úr sonevndum triðjalondum, sum eru kannaðir gjølla, men í framtíðini skulu eisini borgarar í ES londunum kannast gjølla, hvørja ferð tey koma inn í ES.

SÍ EISINI Herda eftirlitið heldur fram

Orsøkin er, at víðgongd fólk, sum eru borgarar í ES, seinastu árini eru farin til onnur lond at virka saman við víðgongdum felagskapum, sum standa á listanum fyri yvirgangsfelagskapir. 

Síðani eru tey komin aftur til ES, uttan at hava verið kannað nærri enn fólk vanliga verða. Nýggju reglurnar skulu forða fyri, at hesi fólkini ótarnað kunnu koma aftur til ES londini.

Hvørja ávirkan herdu reglurnar fara at hava, er ikki greitt, men roknað verður við, at fólk mugu hava betri tol, tá tey skulu við flogfari, tí bíðitíðin í floghavnunum kann gerast liongri enn nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923