Brasilia sendir herfólk til markið til Venesuela

Brasilia sendir herfólk til markið til Venesuela
Brasilia sendir nú eyka løgreglulið og herdeildir til býin Pacaraima við markið til Venezuela, har tilflytaralegur hava verið fyri álopum.
Íbúgvar í býnum Pacaraima í Brasilia byrgja fyri vegin við stórum báli, har klæðir og lutir hjá venesuelsku flóttafólkum verða brend.
Mynd: BBC.com  
 
20.08.2018 - 09:06

BBC skrivar, at brasilski forsetin, Michel Temer helt kreppufund í gjár um stóra spenningin, sum er, nú alsamt fleiri fólk úr Venesuela rýma haðani undan álvarsligu kreppuni, sum er í landinum.

Venesuela hevur biðið grannalondini um at tryggja borgarar sínar frá váða. 

Grannalondini hava sett tiltøk í verk fyri at avmarka talið av fólki, sum flýggja um landamørkini, men til dømis í Ekvador ganga tíðindi um, at fólk fara um markið kortini.

Flestu fólkini, sum rýma úr Venesuela, hava kós móti Peru og Kili, har tey hava skyldfólk. Tey rýma undan politisku og búskaparligu kreppuni við risastórari inflatón og matvøru- og medisintroti.

BBC skrivar, at fleiri tilflytaralegur í Pacaraima í Brasilia vórðu álopnar av óðum borgarum um vikuskifti. Ófriðurin stakk seg upp eftir tíðindi um, at ein matstovueigari varð illa bukaður av tilflytarum úr Venesuela.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391