Advokatur hjá Trump játtað seg sekan

Advokatur hjá Trump játtað seg sekan
The New York Times skrivar, at Michael Cohen, sum hevur verið persónligur advokatur hjá Donaldi Trump, játtaði seg sekan í fleiri lógarbrotum.
 
22.08.2018 - 08:29

Donald Trump, forseti, gav sum valevni boð um, at persónligi advokaturin hjá sær skuldi bróta lógina stutt fyri forsetavalið í 2016.

Tað segði Michael Cohen í rættinum í New York í gjárkvøldið. Cohen var til fyri stuttum persónligur advokatur hjá Trump - eitt starv, sum hann røkti í meira enn eitt áratíggju.

The New York Times skrivar, at Michael Cohen játtaði seg sekan í fleiri lógarbrotum. Hann segði, at Donald Trump fáar vikur fyri forsetavalið í 2016 gav sær boð um - loyniliga - at rinda stórar upphæddir til tvær kvinnur, sum søgdu seg hava havt kynsligt samband við Trump. Afturfyri skuldu kvinnurnar tiga um sambandið við Trump.

Avdokaturin skuldi eisini fjala pengaslóðina við tí beinleiðis endamáli at verja valevnið og ávirka forsetavalið.

- Um tað er rætt, so kann Donald Trump í prinsippinum skuldsetast fyri at hava brotið lógina um valstríðspening, sigur Steffen Kretz, sum er USA-korrespondentur við Danmarks Radio.

Men ein skuldseting liggur neyvan í kortunum, tí ákærumyndugleikin kann ikki skuldseta ein sitandi forseta. Tað kann bara ein meirluti í Umboðsmannatinginum, og har hevur flokkurin hjá Donald Trump, republikanararnir, í løtuni meirluta.

Stutt eftir at Michael Cohen hevði játtað seg sekan, varð fyrrverandi leiðarin fyri valstríðið hjá Donald Trump, Paul Manafort, dømdur sekur í fíggjarsviki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938