Fólkaatkvøða um navnabroyting

Fólkaatkvøða um navnabroyting
Makedonar skulu sunnudag atkvøða fyri ella ímóti at broyta navnið á landinum til Lýðveldið Norðurmakedonia.
Makedonar skulu í dag taka støðu til, um landið skal broyta navn, og sostatt gerast limur í NATO og ES, ella ikki.
Mynd: Reuters  
 
30.09.2018 - 14:12

NATO hevur bjóðað Makedónia at gerast limur í verjusamgonguni við teirri treyt, at fólkið í landinum góðtekur at kalla landið Lýðveldið Norðurmakedónia. 

Grikkaland gongur ikki við til, at Makedónia annars fær limaskap við núverandi navninum. Grikkaland og Makedonia hava í fleiri ár verið ósamd um navnið Makedonia, ið Grikkaland sigur hoyrir til eitt øki í norður Grikkalandi.

Í juni skrivaðu makedonski og grikski uttanríkisráðharrarnir undir avtalu, sum ásetti, at Makedónia skuldi eita Lýðveldið Norðurmakedónia. Avtalan innibar eisini, at fólkaatkvøða skuldi vera um málið. 

Men fólkaatkvøðan í dag er ikki einasti liður í navnabroytingini. Er meiriluti fyri broytingini, so skulu tveir triðingar av makedonska parlamentinum samtykkja broytingina í grundlógini - og tað krevur stuðul frá andstøðuni.

Eitt nú ætlar forsetin í Makedonia, Gjorge Ivanon, at berjast móti navnabroytingini. Harumframt hava fleiri mótmælistiltøk sett spurnartekin við, um valluttøkan verður yvir tey 50 prosentini, sum krevst, skal fólkaatkvøðan verða galdandi. 

Eitt fleirital av parlamentslimunum siga seg taka undir við navnabroytingini, um úrslitið av valinum verður, at meira enn helmingurin av atkvøðunum eru fyri navnabroytingini, skrivar Reuters.

Skuldi Makedónia blivið limur í NATO, eru tað einans Serbia og serbiski parturin av Bosnia av londunum á Balkan, ið ikki eru limir í NATO.

ES og Nato eru tilreiðar at taka ímóti Lýðveldinum NorðurMakedonia, sum hevur tvær milliónir íbúgvar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532