Útflyta meira og meira óvirkaðan fisk úr Norra

Útflyta meira og meira óvirkaðan fisk úr Norra
Norska samfelagið missir 30 milliardir krónur í útflutningsvirði, stendur í nýggjari frágreiðing um norska fiskin, tí fiskurin ikki verður virkaður
 
10.01.2019 - 12:06

Hóast skiftandi stjórnir í Noreg seinastu 30 árini hava sagt seg vilja virka fyri, at størri partur av fiskatilfeinginum skal virkast í landinum, so gongur bara skeiva vegin.

Ein uppgerð hjá Norska Sjómatráðnum vísir, at í fjør fóru 7 av 10 fiskum óvirkaðir av landinum, og tað hevur við sær, at samfelagið missir 30 milliardir krónur í útflutningsvirði, stendur í frágreiðingini.

- Tað fer størri nøgd av óvirkaðum fiski av landinum nú enn fyri 10 árum síðani, sigur stjórin í Sjómatráðnum, Renate Larsen.

Hon vísir á, at í fjør fór 72 prosent av øllum fiski úr Noregi uttan at verða virkaður. Fiskurin fór til marknaðir í Asia, Europa og USA.

Tað er serliga frystur fiskur, sum verður landaður, sum verður fluttur umvegis norska havn til Kina og onnur láglønarlond.

Renate Larsen sigur, at norsk virki kundu tjent 10 milliardir krónur, um vanligur fiskur varð skorin til flak í Noreg, áðrenn hann varð seldur.

Norsku laksavirkini kundu tjent 20 milliardir krónur, um laksurin varð skorin til flak í Noreg, heldur enn í øðrum londum.

84 prosent av norska laksinum og helvtin av norska toskinum fer óvirkaður av landinum, sigur stjórin í Norska Sjómatráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809