Lív Poulsen í bestu donsku deildini

Lív Poulsen í bestu donsku deildini
Ungur føroyskur hondbóltsspælari fekk sín elddóp í bestu donsku hondbóltskappingini í gjár
 
31.01.2019 - 09:37

17 ára gamli vestmenningurin, Lív Poulsen, sum fyrr umboðaði VÍF, fekk í gjár sín fyrsta dyst í bestu deildini í Danmark, tá hon umboðaði felagið hjá sær Herning Ikast í dysti ímóti Ajax Keypmannahavn.

Lív, sum spælir á vonginum, var á vøllinum í 20 minuttir og skoraði eitt mál í 29-18 sigrinum.

-Hetta var ein góð uppliving og tað var gott at skora í fyrsta dystinum, sigur Lív Poulsen við heimasíðuna hjá Herning Ikast.

Herning Ikast, sum spælir í HTH-ligaen, liggur í løtuni á fimta plássi. 

Herning Ikast er eisini við í evropeisku kappingini, EHF-cup. 

Sunnudagin spælir Ikast Herning ímóti Siófok KC úr Ungarn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482