Thailendska prinsessan stillar kortini ikki upp

Thailendska prinsessan stillar kortini ikki upp
Flokksleiðslan fyri flokkin hjá Ubolratana, hevur fingið harraboð frá beiggja hennara, Menkong Maha Vajiralongkorn, kongi
Ubolratana sleppur nú ikki at stilla upp til thailendska forsetavalið
Mynd: savn  
 
09.02.2019 - 15:30

Fyrr í dag hoyrdu vit, at Thailendski kongurin fanst at systrini, sum hevði gjørt av at stilla upp á valinum, við tí endamáli at gerast forsætisráðharri í Thailandi.

67 ára gamla Ubolratana boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at stilla upp fyri andstøðuflokkin, Thai Raksa Chart, og ætlar sær at gerast forsætisráðharri.

Men nú boðar flokkurin frá, at Ubolratana kortini ikki stillar upp. Leiðslan í flokkinum sigur, at tey hava fingið harraboð frá konginum um, at Ubolratana ikki skal stilla upp fyri flokkin, og flokksleiðslan hevur váttað, at tey akta ordrarnar frá kongi. Flokkurin, Thai Raksa Chart, hevur tætt tilknýtið til sterku politisku familjuna Shinawatra og flokksleiðslan hevur altíð stuðla fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawatra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129