USA viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar

USA viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar
Nú 52 ár eru liðin, er tíðin komin, at USA viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump
 
23.03.2019 - 13:21

- Golanherðurnar hava stóran strategiskan og trygdarpolitiskan týdning fyri Ísrael og støðufestið har á leiðini, skrivar amerikanski forsetin á Twitter.

Golanherðurnar eru í útsynningspartinum av Sýria, og Ísrael hersetti tær undir seks-daga-krígnum í 1967. Ísrael legði Golanherðurnar undir seg í 1981.

Tað hevur altjóða samfelagið ongantíð góðkent, og Sýria hevur fleiri ferðir roynt at fáa Golan aftur.

ST-friðarvarðveitandi deildir verja eitt øki við markið, sum er 70 kilometrar langt.

Netanyau fegnast

Golanherðurnar hava eisini havt ein leiklut í sýriska borgarakrígnum, tí lopið hevur verið á ísraelskar hermenn við rakettum, sum iranskar deildir hava skotið haðani.

Ísraelski forsætisráðharrin fegnast um avgerðina hjá amerikanska forsetanum.

- Tú hevur skrivað søgu, hevur Benjamin Netanyau sagt í telefonsamrøðu við Trump, skrivar Reuters.

- Nú Iran roynir at brúka Sýria sum pall til at oyða Ísrael, er amerikanski forsetin djarvur og viðurkennir rætt Ísraels til Golanherðurnar, skrivar Netanyahu á Twitter.

Síðani amerikanski forsetin boðaði frá, at USA fer at viðurkenna rætt Ísraels til Golanherðurnar, hava ES, Týskland og Frakland gjørt greitt, at Golan hoyra framvegis til Sýria. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391