Sviar umhugsa at skuldseta Assange fyri neyðtøku

Sviar umhugsa at skuldseta Assange fyri neyðtøku
Svenska ákæruvaldið sigur, at tey kann málið eftir áheitan frá advokatinum hjá kvinnuni, sum hevur meldað Assange fyri neyðtøku
Julian Assange stutt eftir, at hann varð handtikin hósdagin
Mynd: AP  
 
13.04.2019 - 15:47

Advokaturin, Elizabeth Massi Fritz, sigur, at hon fer at gera alt fyri at fáa málið í rættin. 47 ára gamli Assange, sum hevur havt friðskjól á sendistovuni hjá Ekvador í London í sjey ár, varð handtikin hósdagin.

Bretska løgreglan tók Assange tíðliga hósmorgunin, og bæði Svøríki og USA vilja hava hann fyri rættin, ávikavist fyri neyðtøku og fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl.

Myndugleikarnir í USA upplýsa, at Assange fær í mesta lagi fimm ára fongsulsrevsing fyri tað sum hann hevur gjørt ímóti amerikanska samfelagnum.

Hillary Clinton, sum royndi at gerast forseti seinast, gevur Assange skyldina fyri, at hon ikki varð vald. Tað vóru skjøl hjá Wikileaks, sum vóru orsøk til tað, og tað má Julian Assange standa til svars fyri, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391