1400 tons afturat til royndir

1400 tons afturat til royndir
Makrelkvotan til vinnuligar royndir í ár er nú størri enn hon var. Kunngerðin er broytt
Freistin at søkja um loyvi til vinnuligar royndir eftir makreli er flutt til 8.august.
 
05.07.2019 - 12:26

Makrelkvotan til vinnuligar royndir í ár er nú størri enn hon var.

Í staðin fyri 500 tons er kvotan nú 1.900 tons.

Og freistin at søkja um makrel til vinnuligar royndir er eisini broytt.

Hon var til 1.juni. Nú er hon til 8.august á middegi.

Sambært kunngerðini um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019, skal umsókn um makrel til vinnuligar royndir lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan.

Harafturat skal Fiskimálaráðið hava at vita, hvat fyri skip, ætlanin er at brúka, hvat fyri reiðskap og útgerð skal brúkast og, hvar skal fiskast.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595