913.000 krónur komnar inn

913.000 krónur komnar inn
Ein privat innsavning, sum er gjørd fyri at føroyska landsliðið hjá monnum í hondbólti kann luttaka í HM-undankappingini, nærkast nú milliónini
 
16.07.2019 - 11:07

913.000 krónur eru komnar í kassan í innsavningini til manslandsliðið í hondbólti. Innsavningin er gjørd fyri at liðið kann luttaka í HM-undankappingini, sum byrjar í vetur.

Ongin góðkend hondbóltshøll er í Føroyum, og tí mugu dystirnir spælast uttanlands, og hetta gevur Hondbóltssambandinum fleiri eykaútreiðslur.

Tað eydnaðist ikki løgtinginum at samtykkja uppskot um eykajáttan til hondbóltslandsliðið, áðrenn tingið fór í summarfrí. Men so bleiv ein privat innsavning sett í verk, ið hevur givið meira enn fyrireikararnir høvdu vónað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481