Boris Johnson nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

Boris Johnson nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi
Boris Johnson úr Konservativa flokkinum verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi, er júst kunngjørt
55 ára gamli Boris Johnson verður tann næsti forsætisráðharrin í Bretlandi. Tað er greitt eftir at formansvalið í Konservativa flokkinum er kunngjørt
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
23.07.2019 - 12:07

55 ára gamli Boris Johnson, ið er útbúgvin søgufrøðingur, og sum fyrr hevur verið borgarastjóri í London, verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Tað er greitt, eftir at atkvøðurnar til formansvalið hjá Konservativa flokkinum eru taldar upp.

Boris Johnson vann greitt á Jeremy Hunt, sum eisini stillaði upp til formansvalið. Boris Johnson fekk 92.153 atkvøður, Jeremy Hunt fekk 46.656 atkvøður.

 >> SÍ EISINI Vangamynd: Hvør er Boris?

Meiningakanningar vístu eisini undan valinum, at tað fór at verða Boris Johnson sum vann á Jeremy Hunt í stríðnum um formanssessin hjá Konservativa flokkinum.

Tað vóru teir 160.000 limirnir hjá Konservativa flokkinum í Bretlandi, sum gjørdu av, hvør tann nýggi floksformaðurin - og sostatt eisini forsætisráðharrin - verður.

Fleiri ráðharrar leggja frá sær

Samstundis, sum tað nú er greitt, at Boris Johnson tekur við eftir Theresa May, er somuleiðis greitt, at bretar eisini skulu hava fleiri nýggjar ráðharrar.

Undan formansvalinum hjá Konservativa flokkinum høvdu tríggir ráðharrar boðað frá, at teir fóru úr ráðharrasessunum, um Johnson vann valið.

Anne Milton, sum er ráðharri í undirvísingarmálum, boðaði fyri lítlari løtu síðani frá á Twitter, at hon gevst sum ráðharri, nú úrslitið av valinum í Konservativa flokkinum er greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938