Navalnyj: Eg varð eitraður

Navalnyj: Eg varð eitraður
Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, heldur, at talan var um eina miseydnaða morðroynd
Navalnyj er fleiri ferðir fongslaður fyri politiska virksemi sítt
 
03.08.2019 - 10:47

Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, heldur uppá, at hann varð eitraður sunnudagin, tá myndugleikarnir høvdu seg í varðhaldi.

Navalnyj hevur kært málið, sigur advokatur hansara. Sunnudagin varð Navalnyj fluttur á sjúkrahús við onkrum, sum minnir um ovurviðkvæmi, og hann var hovin í andlitinum.

Blóðroyndir vístu einki

Dagin eftir varð hann aftur fluttur í fongslið, har hann skal sita í 30 dagar fyri at hava eggjað til eina ólógliga mótmælisgongu.

Sjúkrahúsið, sum kannaði andstøðuleiðaran, sigur, at blóðroyndir vístu ongar slóðir av eiturevni.

Navalnyj sigur, at hann hevur ongantíð havt trupulleikar av ovurviðkvæmi, og tí hann heldur hann uppá, at hann varð eitraður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391