Bumbumaður fongslaður

Bumbumaður fongslaður
Løgreglan í Keypmannahavn hevur handtikið ein mann fyri spreingina móti Skattastýrinum týskvøldið í síðstu viku
Løgreglan hevur nú handtikið ein 22 ára gamlan svenskan mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt bumbuatsóknina móti Skattastýrinum
Mynd: DR  
 
14.08.2019 - 08:58

Danska løgreglan hevur handtikið ein 22 ára gamlan svenskan mann og hevur eftirlýst ein annan 23 ára gamlan svenskan mann.

Teir eru undir illgruna fyri at hava framt bumbuatstóknina móti Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sigur Jørgen Bech Skov frá løgregluni í Keypmannahavn.

Menninir handtiknir í Malmø

Tað var seint týskvøldið í síðstu viku, at ein bumbuatsókn var móti Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Enn er einki at frætt um, hvørji motiv liggja aftan fyri atsóknina.

Bumban var sterk og gjørdi stóran skaða, men engin kom til skaða. Tað var meira hepni enn skil, at eingin lá eftirá ella kom til skaða, sigur spreingiserfrøðingur.

Tað var neyvt samstarv millum donsku og svensku løgregluna, sum førdi við sær, at annar gerningsmaðurin, sambært løgregluni, nú er funnin og hin er eftirlýstur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938