Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Felag: HC København (Danmark)
Liðskiparin er ivaleysur fyrsti málverji frammanfyri Tórð Skorðheim Guttesen, sum loysti av fyri skadda Aleksandar Lacok. Tí hongur nógv á Paula hesa ferð.
Málverji
Felag: Kyndil
Aleksandar Lacok kom upp á A-landsliðið, tá Nicholas Satchwell sleit krossbandið, men ólukkutíð fekk ‘Sasha’ skaða fyri kortum. So vóru boð eftir Tórði, sum í roynd og veru hevði slept vónini um landsliðið.
Bakkur
Felag: HF Karlskrona (Svøríki)
Bakkurin er serliga stinnur í verjuni, men kann eisini spæla í álopinum. Fekk ein knæskaða, men náddi at spæla nakrar dystir, áðrenn EM-steðgin.
Bakkur
Felag: Hallby HK (Svøríki)
Hevur havt eitt gott kappingarár í Svøríki, og kann fáa størri uppgávu enn væntað frammanundan, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur.
Bakkur
Felag: GOG (Danmark)
Verður ivaleyst avgerandi spælarin í føroyska álopsspælinum, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki fær spælt. Er ógjørligur at steðga ein ímóti einum, og tað kann skapa neyðuga plássið í gjøgnumbrotsspælinum.
Spælskipari
Felag: THW Kiel (Týskland)
Er størsta stjørnarn á føroyska liðnum, og tí er tað stórt bakkast, at spælskiparin fekk skaða stutt fyri jól. Tað er yvasamt, um hann kemur á vøllin; um ikki, verður stórur saknur í fintunum, skotunum og fríspælingunum frá úrmælinginum í Kiel.
Bakkur
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pauli Mittún spælir ikki á so høgum stigi, men hevur roynst væl á landsliðnum. Ikki minst í Golden League í heyst. Bakkurin er eisini ein, sum skal taka størri ábyrgd, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er førur fyri at spæla.
Bakkur
Felag: TSV Hannover-Burgdorf (Týskland):
Ein av trimum Bundesligaspælarum í føroyska hópinum. Er ein verjuspælari í heimsflokki, men spælir eisini nógv á høgra bakki í álopsspælinum, har tað er eitt sindur misjavnt við avrikunum.
Bakkur
Felag: Elitesport Vendsyssel (Danmark)
Bakkurin er ein av royndastu spælarunum á føroyska liðnum, og hevur spælt uttanlands í nógv ár í nógvum feløgum. Fær ikki so nógvar minuttir longur, men er eitt gott alternativ á høgra bakki.
Bakkur
Felag: Valur (Ísland)
Ein av teimum ungu og frambrúsandi spælarunum í føroyska hópinum. Telist millum bestu spælarnar í Íslandi í toppformi, og er kanska hin einasti, sum kann bjóða teimum bestu málverjunum av við langskotum.
Vongur
Felag: Køge Håndbold (Danmark)
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen brúkar ‘fra Køge til Keil’, tá hann skal lýsa munin á stignum, sum føroysku spælararnar spæla á. Er aftanfyri Leiv Mortensen á vinstra veingi, men hevur ongantíð svikið á landsliðnum.
Vongur
Felag: HC København (Danmark)
Hákun West av Teigum er stjørnuvongurin hjá Føroyum, men avrikini hjá Leivi Mortensen á landsliðnum tvey tey seinastu árini eru lítið aftanfyri tey hjá Füchse Berlin-manninum. Tað er óvanliga langt ímillum misnýttu kjansirnar hjá kringa vonginum í vinstru.
Vongur
Felag: Füchse Berlin, (Týskland)
Berlin-maðurin telist millum allarbestu vengurnar í heiminum. So einfalt er tað. Er avgerandi á føroyska landsliðnum, og í týska meistaraliðnum er hann fastur maður. Er avgerandi fyri føroysku kjansirnar til EM.
Bakkur/Vongur
Felag: Valur (Ísland)
Hevur verið eykamaður hjá Hákuni West av Teigum í nógv ár, og tað er ein ótaksom uppgáva. Hevur kortini leverað, tá hann er sloppin framat, og seinastu árið hava vit eisini sær vongin á høgra bakki. Tekniskt sterkur, lættur og skilagóður.
Strika
Felag: Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
Strikuspælarin hevur strítt seg til pláss í bestu donsku deildini, og avrikini á landsliðnum hava altíð verið góð. Samspælið við Elias Ellefsen á Skipagøtu riggar væl. Til EM liggur stóra avbjóðingin í verjuspælinum.
Strika
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pætur er stórur og sterkur, og fysikkurin hevur stóran týdning á hægsta stigi. Í álopinum er hann ikki tryggasti skjúttin av strikuni.
Strika
Felag: IK Sävehof (Svøríki)
Strikuspælarin skiftir í summar úr føroyingafelagnum í Svøríki til Høj í bestu donsku deildini. Framgongdin hevur verið stór síðstu árini, og tað sæst aftur á landsliðnum, har hann fær alsamt størri leiklut.
Strika
Felag: H71
Strikuspælarin myndar onkursvegna eldra ættarliðið á landsliðnum, og hóast hoyvíkingurin nú spælir í føroysku deildini, er hann enn inni í hitanum. Fær neyvan nógva spælitíð, men kemur hann á vøllin, liggur hansara partur ongantíð eftir.

Fleiri greinar

Hondbóltur
VIDEO: Óli spældi sín lívs dyst
Óli Mittún skaraði framúr í søguliga stórsigrinum hjá Føroyum á Montenegro. Bakkurin var ógjørligur at steðga, og úrslitið var níggju mál og heili 11 upplegg.
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í søguliga sigrinum á Montenegro og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Føroyar hava annan armin í miðumfarinum
Slovenia var aftanfyri við átta málum ímóti Sveis, men vendi dystinum til 38-35 sigur, og tað merkir, at Føroyar hava annan armin og reiðiliga tað í miðumfarinum
Hondbóltur
Elias takkaði fyri hjálpina eftir søguligan sigur
Tað stóð nógv á Eliasi E. á Skipagøtu, tá skaðin rakti fyri jól, men í dag gekk hann á odda fyri søguligum EM-sigri. - Túsund takk til øll sum hava hjálpt, segði spælskiparin
Hondbóltur
- Hetta er tá vit eru bestir
Føroyar spældu nærum lýtaleyst í søguliga EM-sigrinum á Montenegro. - Hetta er, tá vit eru bestir, staðfesti Hákun West av Teigum, sum var flúgvandi frá fyrsta bríksli
Hondbóltur
- Tað sjúkasta nakrantíð
Tá tú hevur fimm, seks, sjeytúsund føroyingar í rygginum, er tað tað sjúkasta nakrantíð. Tað segði ísak Vedelsbøl eftir søguliga EM-sigurin á Montenegro í Oslo
Hondbóltur
Dagsins maður um stuðulin: Vit mugu geva teimum alt aftur
- Vit føla, at vit mugu geva teimum alt aftur, sum vit kunnu, og tað er tað, vit royna á vøllinum, segði Pauli Jacobsen um stuðulin frá fjepparunum eftir søguligan stórsigur
Hondbóltur
Venjarin: Hetta er eitt risaúrslit
Peter Bredsdorff-Larsen var sera væl nøgdur, eftir at hansara menn høvdu smurt Montenegro av í søguligum EM-sigri. - Hetta er eitt risaúrslit, staðfesti venjarin
Hondbóltur
Føroyar smurdu Montenegro av
Um nakar ivaðist í, um Føroyar kann fara at blanda seg millum tey allarbestu í Evropa til EM-endaspælið, so bleiv allur ivi kveistraður til viks við knústandi 13 málssigri
Hondbóltur
Beinleiðis frásøgn frá Montenegro-dystinum í orðum og myndum
Á KVF-heimasíðuni ber eisini til at fylgja við dystinum í einum øðrvísi bloggi beinleiðis úr Oslo. Frásøgufólk er undirritaði
Hondbóltur
Busstúrur og føroyskur dansur undan Montenegro
Føroysku viðhaldsfólkini eru aftur í góðum hýri í dag. Tey á Norrønu hava koyrt við bussi til Unity Arena, har upphitingin helt fram við føroyskum dansi og Swangah
Hondbóltur
EM-málmet: Montenegro tapti á Slovenia við einum málið í fyrsta umfari
VIDEO: Heili 81 mál vóru skotin í dystinum millum Montenetro og Slovenia í fyrsta umfari, tá Slovenar vunnu 41-40. Tað er EM-málmet
Hondbóltur
Tonje, Thomas og Tobias Grøndahl millum føroysku viðhaldsfólkini 
Millum mongu føroyingarnar á Unity Arena í Oslo eru eisini nakrir norðmenn. Trý teirra eru Tobias, Tonje og Thomas Grøndahl, og tað er ein serlig orsøk til tað
EM-Trok: Morguntrok við Hildarson og Olsen undan Montenegro
Ingi og Sjúrður eru ovurspentir at siga frá EM-dystinum millum Føroyar og Montenegro í kvøld. Í morgun hittust teir at práta um, hvat verður serliga spennandi í kvøld
EM-trok: Sofistikerað eftirmeting við Hildarson og Eriksen
Dagin eftir stigið ímóti Sveis hittust Sjúrður og royndi trokarin Andrias Eriksen aftur við livandi klavertónleiki í Oslo og tosaðu um dystin og aðrar átrokandi EM-tankar
Hondbóltur
Pernille til Bukarest: Ov gott at siga nei til
Tilboðið frá stórliðnum CSM București var ov spennandi at siga nei til, og tí skiftir Pernille Brandenborg úr Storhamar til rumenskan hondbólt í summar
Hondbóltur
Joensen og Joensen: Dagsins spælari, mál og detalja
Teitur Joensen og Rúni Joensen valdu Óla Mittún til dagsins spælara, tvífalda flúgvaran til dagsins mál og bjargingina hjá Eliasi á Skipagøtu til dagsins detalju ímóti Sveis
Hondbóltur
Venjarin: Kensluborið mótstøðulið í morgin
Í mun til Sveis er Montenegro eitt lið, sum spælir við kenslunum uttaná, og tí verður uppgávan heilt øðrvísi sunnudagin, heldur landsliðsvenjarin, sum savnar seg um verjuspæli
Hondbóltur
Økslin hevur tað fínt
Mest umtalaða føroyska økslin í nýggjari tíð, hon hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, hevur tað fínt eftir javnleikin ímóti Sveis í gjár. Tað staðfesti spælskiparin fyrrapartin
Hondbóltur
Málmyndir: Sí øll 28 málini hjá Føroyum ímóti Sveis
Lekkur mál, heppin mál, snild mál, yvirlegin mál, og bart út knallhørð mál. Alskyns mál vóru at síggja í EM-javnleikinum hjá Føroyum ímóti Sveis, og her eru tey øll somul
Hondbóltur
Bjargingarmaðurin Vilhelm: Fantastiskt at fáa síðsta málið
Føroyingar hildu ondini, tá Vilhelm Poulsen fekk bóltin í evstu løtu. Frá spískum vinkli eftir gjøgnumbrot á markinum til trok, skoraði bakkurin og tryggjaði Føroyum janvleik
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Sveis
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í javnleikinum ímóti Sveis og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Óli: - Sorlaðir sundur allan dystin
Óli Mittún fekk heiðurin sum dagsins spælari frá gestunum í sjónvarpsstovuni hjá KvF. Bakspælarin hevði stríðssár á hálsinum, og helt, at dómararnir loyvdu sveisarum nógv
Hondbóltur
Fekk gásarhold longu áðrenn dystin
Rói Ellefsen á Skipagøtu fekk sínar fyrstu EM-minuttir, og tað verður ein løta, hann neyvan fer at gloyma í bræði. - Eg fekk gásarhold longu áðrenn dystin, segði bakspælarin
Hondbóltur
Hjálparvenjarin: Ja, endin var góður!
Tá endin er góður, er alt gott, sigst, og júst endan á javnleikinum ímóti Sveis var Hjalti M. Jacobsen væl nøgdur við. Hann gleddist um, at Vilhelm Poulsen var bjargingarmaður