USA: Umboðsmannatingið samtykt fíggjarlógina

USA: Umboðsmannatingið samtykt fíggjarlógina
Lógin skal eisini samtykkjast í senatinum, men tað verður neyvan nakar trupulleiki
Tá senatið hevur samtykt fíggjarlógina, kann Barack Obama, forseti, skriva undir hana, so hon kemur í gildi
 
16.01.2014 - 10:42

Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt fíggjarlógina, sum semja varð gjørd um fyrr í vikuni, og væntað verður, at senatið fer at gera tað sama.

Tí eru útlit fyri semju um amerikansku fíggjarlógini, sum skal galda hetta fíggjarárið, ið endar seinast í september. Semjan er um 6.000 milliardir kr., og ásetur útreiðslurnar hjá statinum, tað sum eftir er av fíggjarárinum. Tá senatið hevur samtykt fíggjarlógina, kann Barack Obama, forseti, skriva undir hana, so hon kemur í gildi.

Stórur meiriluti

Umboðsmannatingið samtykti uppskotið við stórum meiriluta. 359 atkvøddu fyri og 67 ímóti uppskotinum, teirra millum vóru tveir demokratar. Demokratarnir hava meiriluta í senatinum, og tí verður neyvan nakar trupulleiki at fáa uppskotið samtykt har.

Stór ósemja hevur verið um fíggjarlógina, og ósemjan hevði m.a.a við sær í oktober, at næstan ein millión fólk í almennum starvi vórðu send til hús í 16 dagar í oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128