Her brenna 139 hús í norskari bygd í grund

Her brenna 139 hús í norskari bygd í grund
Umfatandi skógareldur hevur lagt tað mesta av norsku bygdini Hasvåg í oyði eftir skógareld, sum kyknaði mánakvøldið
Her í norsku bygdini Hasvåg hevur ein skógareldur, sum kyknaði mánakvøldið, higartil brent 139 hús í grund
Mynd: NRK  
 
28.01.2014 - 15:40

Skógareldurin kyknaði klokkan 22:30 norska tíð mánakvøldið, hóast kalt er í veðrinum og hetta ikki er árstíð fyri skógareldar í Noregi.

Sløkkiliðið í bygdini Hasvåg segði við NRK á middegi, at tey enn ikki hava fult yvirlit yvir støðuna. Higartil eru 139 hús í bygdini brend í grund, verður mett.

Skógareldurin byrjaði í bygdini Uran mánakvøldið, og hevur síðani breitt seg við vindinum vestureftir til fýra aðrar bygdir í Flatanger, har bygdirnar eru.

Trupult at basa skógareldin

Nógvur vindur í økinum við Flatanger hevur eisini gjørt tað sera trupult hjá sløkkiliðnum á staðnum at basa herviliga skógareldin.

Harumframt er tað eisini trupult at fáa neyðuga hjálp til tær fýra bygdirnar, sum eru raktar av skógareldinum, tí vegakervið er so vánaligt, skrivar NRK.

Nú verður roynt at byrgja økið við Flatanger av, til tess at forða fyri, at skógareldurin breðir seg enn meira, og kann elva til enn størri skaðar í øðrum grannabygdum.

Elleiðing kanska orsøk til skógareldin

Løgreglan í Flatanger hevði seinnapartin tíðindafund saman við kommununi, har kunnað varð um umfatandi skógareldin, sum kyknaði mánakvøldið.

- Vit hava ikki orsøk at halda, at annað enn elleiðingin í økinum er orsøk til skógareldin, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært NRK.

Økið kring Flatanger er væl umtókt summarhúsøki. Mett verður, at av teimum higartil 139 húsunum, sum eru brend í grund, eru 70-80 summarhús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400