Flogfeløg vænta at seta met í summar

Flogfeløg vænta at seta met í summar
Við 222 milliónum ferðandi vænta flogfeløgini í USA at seta nýtt met í summar. Miðalprísurin fyri innanríkis flogferðir er í løtuni 3.020 krónur
Flogvinnan í USA væntar, at nýtt met verður sett í summar, tá 222 milliónir ferðafólk fara at flúgva við flogfeløgunum í landinum í summar
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
18.05.2015 - 09:50

Flogfeløgini í USA fara at flúgva 222 milliónir ferðafólk í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 31. august í summar, er spádómurin hjá Airlines of America, ið felagið fyri flogvinnuna í landinum.

Sostatt fer vinnan eisini at seta nýtt met, tá í miðal 2,4 milliónir fólk hvønn dag fara st seta seg umborð á flogfør, ið annaðhvørt flúgva innanríkis ella uttanríkis flúgving.

Greinin heldur fram niðanfyri

Orsøkin, til at flogvinnan í USA væntandi fer at seta nýtt met í summar, er uppgongutíðir í búskapinum, ið nú eisini sæst aftur í talinum á keyptum ferðaseðlum umborð á flogførunum.

Miðalprísurin á innanríkis flogferðum, íroknað avgjøld, er í løtuni 454 dollarar, ið svarar til 3.020 krónur. Miðalprísurin á flogferðum úr USA til útlond er í løtuni 1.619 dollarar, 10.768 krónur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659