Noreg sendir flóttafólkaskip til Miðjarðarhavið

Noreg sendir flóttafólkaskip til Miðjarðarhavið
Norska stjórnin hevur gjørt avtalu við reiðaríið, Siem Offshore, um at senda eitt skip til Miðjarðarhavið, sum skal taka flóttafólk umborð
Noreg sendir nú eitt skip til Miðjarðarhavið, ið skal hjálpa til í arbeiðinum at taka flóttafólk upp, hevur Noreg lovað ES
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
18.05.2015 - 08:44

Tað var norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sum almannakunngjørdi avtaluna við norska felagið, og skipið liggur nú í Bergen, har tað verður riggað til.

Norska stjórnin hevur lovað ES at senda eitt skip til Miðjarðarhavið áðrenn 1. august. Tá stjórnin bað um tilboð, vístu 48 feløg tiltakinum áhuga. Skipið Siem Pilot, sum er bygt í 2010, fekk uppgávuna.

Fer um mánaðarskiftið

Ætlanin er at norska skipið skal fara til Miðjarðarhavið um mánaðarskiftið. Endamálið er at taka flóttafólk úr skipum og bátum, og føra tey til Italia. Skipið kann hava 500 flóttafólk umborð.

Norska løgreglan skal hava eftirlitið umborð á skipinum, og umboð fyri norsku verjuna skulu eisini við. Norska skipið skal vera partur av átakinum hjá ES í Miðjarðarhavinum, sum nevnist Triton, og skipið verður tøkt í seks mánaðir.

Tað er marknaeftirlitið hjá ES, tað eitur Frontex, sum skipar virksemið í Miðalhavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155