Flogskiparar skulu kannast á staðnum

Flogskiparar skulu kannast á staðnum
Í flogfelagnum Lufthansa umhugsar leiðslan at kanna flogskipararnar, áðrenn flogfarið fer avstað, fyri at tryggja, at teir eru førirfyri at flúgva
Flogfar hjá German Wings
Mynd: Savnsmynd  
 
23.05.2015 - 10:33

Talan verður um læknakanningar, átøkar teimum, sum ítróttarfólk uttan ávaring skulu góðtaka. Fólk fara tilvildarliga og uttan ávaring at verða vald út og skulu prógva, at tey eru arbeiðsfør.

Tað sigur stjórin í Lufthansa, Carsten Spohr, við týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung. Hann sigur, at læknarnir, ið gera kanningarnar - bæði fráboðaðar og ófráboðaðar - verða loystir frá tagnarskylduni og skulu boða frá, um teir halda, at okkurt er áfatt.

Tiltøkini verða sett í verk eftir at 27 ára gamli annarflogskiparin Andreas Lubitz í mars mánað við vilja rendi German-wing flogfarið niður í fronsku alpurnar og tók lívið at hálvt annaðhundrað ferðafólkum, sum vóru á veg úr Barcelona til Dysseldorf. Síðani vanlukkuna hava Lufthansa og mong onnur flogfeløg ásett, at flogskiparin ongantíð skal vera einsamallur. Fer annar flogskiparin t.d. á WC skal ein flogterna inn í stól hansara at sita, meðan hann er úti.

Týska blaðið BILD skrivar, at eitt serflogfar 12. mai fleyg somu rutu sum vanlukkuflogfarið og eftir somu upplýsingum, sum svørtu kassarnir hava avdúkað. Tað hevur ein talsmaður fyri almennu týsku kanningarmyndugleikunum váttað fyri blaðnum, og hetta er partur av kanningararbeiðinum kring vanlukkuna. Øll fólkini, ið vóru við flogfarinum, eru eyðmerkt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045