Samráðast um fleiri lán til Grikkalands

Samráðast um fleiri lán til Grikkalands
Grikskir myndugleikar vóna, at skrivað verður undir nýggja lánsavtalu sunnudagin
Alexis Tsipras er forsætisráðharri í Grikkalandi
 
29.05.2015 - 10:06

Grikski forsætisráharrin, Alexis Tsipras, hevði gjár tímalangar telefonsamrøður við týska kanslaran, Angelu Merkel, og franska forsetan,Francois Hollande, um fíggjarstøðu Grikkalands, sum vil sleppa undan fleiri krepputiltøkum, hóast landið hevur brúk fyri fleiri pengum.

Samráðingar hava verið millum Grikkaland, ES og altjóða gjaldoyragrunnurin IMF í fýra mánaðir, men higartil er einki komið burturúr, og verður eingin semja partanna millum, er vandi fyri, at Grikkaland fer í gjaldssteðg um nakrar vikur.

Eitt nýtt samráðingarumfar byrjaði í Brússel mikudagin, og í Grikkalandi vónar stjórnin, at ein lánsavtala verður undirskrivað sunnudagin, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659