Islamistar hálshøgt mann í Fraklandi

Islamistar hálshøgt mann í Fraklandi
Høvdið varð funnið á portrinum til eina verksmiðju nærindis Lyon
DR
 
26.06.2015 - 11:33

Ein maður er funnin hálshøgdur eftir eitt álop á eina verksmiðju nærindis Lyon í Fraklandi. Trúligt er, at islamistar hava framt álopið.

Hesi tíðindini bera fleiri franskir og altjóða miðlar, m.a. AFP.

Deyði maðurin er sambært franskari løgreglu hálshøgdur av einum persóni, sum er sæddur við einum flaggi frá islamska yvirgangsfelagskapinum IS.

AFP upplýsir samstundis, at høvdið skal vera funnið á portrinum til verksmiðjuna við onkrum skrivaðum á arabiskum máli. Maðurin, sum er undir illgruna, er handtikin av fronsku løgregluni, skrivar AFP.

Fleiri spreingingar

Eisini eru tíðindi um, at ein ella fleiri spreingingar hava verið hoyrdar í sambandi við álopið.

Franski innanríkisráðharrin er á vegá staðið, og franski forsetin, Francois Hollande, sum er í Brússel á ES-toppfundi, hevur eisini boðað frá, at hann fer heimaftur til Fraklands nú.

Álopið hendi um 10-tíðina lokala tíð, og franski forsetin, Manuel Valls, hevur givið boð um at herða trygdina á ávísum støðum í Lyon.

Fyri seks mánaðum síðani framdu islamistar eitt yvirgangsálop í París - 17 fólk lótu lív í álopinum tá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846