Ryanair setur søguligt met

Ryanair setur søguligt met
Lágprís flogfelagið, Ryanair, setti í juli søguligt met, tá flogfelagið fleyg 10 milliónir ferðafólk á uttanríkis ferðum
Írska flogfelagið, Ryanair, setti í juli nýtt met, tá flogfelagið flutti 10 milliónir ferðafólk á uttanríkis flogrutum hjá felagnum
Mynd: AP  
 
05.08.2015 - 11:25

Ryanair er fyrsta flogfelagið í heiminum, ið hevur flogið 10 milliónir ferðafólk eftir bert einum mánaði, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Írska lágprís flogfelagið fleyg í juli mánaði tilsamans 10,14 milliónir ferðafólk. Tað eru 11 prosent fleiri ferðafólk enn flogfelagið flutti í juli 2014.

Greinin heldur fram niðanfyri

Flogfelagið setti eisini eitt annað nýtt met í juli, tá 95 prosent av øllum setrum í flogførum hjá flogfelagnum vóru upptikin. Í juli í fjør var tað talið 91 prosent.

Tilsamans flúgva 95,3 milliónir ferðafólk við Ryanair um árið. Onnur flogfeløg flyta fleiri ferðafólk, men ikki tá talan er um uttanríkis flogferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659