Myndugleikar vátta: Lutur er frá horvnum flogfari

Myndugleikar vátta: Lutur er frá horvnum flogfari
Vrakluturin, ið varð funnin á fronsku oynni Reunion í Indiska havinum, er frá MH370 flogfarinum, sum hvarv 8. mars 2014, vátta myndugleikarnir
Her verður vrakluturin, ið varð funnin í seinastu viku á oynni, Reunion, borin frá strondini til nærri kanningar
Mynd: AP  
 
06.08.2015 - 12:01

Tað er nú staðfest, at vrakpettið, sum varð funnið á strondini á oynni Reunion, eystan fyri Madagaskar í síðstu viku, stavar frá horvna flogfarinum hjá Malaysia Airlines.

Stutt eftir vrakpettið varð funnið, gjørdist greitt, at tað var eitt petti av einum vongi á einum Boing 777 flogfari.

Eitt tal var stemplað á vongin, og tað er tað talið, sum serfrøðingar hava kannað og nú kunnu vátta, er av MH370 hjá Malaysia Airlines, sigur forsætisráðharrin í Malaysia.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Eg kann vissa tykkum øll um, ið áttu kær í hesari vanlukkuni, at malaysiska stjórnin vil gera alt, hon er ment, at finna fram til sannleikan, um hvat hendi, sigur Najib Razak.

239 fólk vóru umborð á MH370 flogfarinum, tá tað hvarv. Tað er enn ikki greitt, hví flogfarið hjá Malaysia Airlines datt niður á ferðini frá Kuala Lumpur til Beijing 8. mars í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207