ES ráðharrar á snarfund um flóttafólkatrupulleika

ES ráðharrar á snarfund um flóttafólkatrupulleika
Innanríkisráðharrarnir í ES eru kallaðir saman á snarfund í samband við stóru flóttafólkainnrásina í Evropa, sigur formansskapurin í ES
ES ráðharrar hittast til snarfund 14. september í vónini at finna eina loysn á flóttafólkainnrásini í Evropa. Meira tíð er ikki at spilla, sigur týski innanríkisráðharrin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
31.08.2015 - 08:08

Fundurin verður 14. september, og er komin í lag eftir at innanríkisráðharrarnir í stóru evropeisku londunum Týsklandi, Fraklandi og Stóra Bretlandi sunnudagin vildu hava ES-fund, har loysnir skulu finnast fyri tí, sum teir nevna eina kreppustøðu.

- Vit eru øll samd um, at vit hava ikki meira tíð at spilla, sigur týski innanríkisráðharrin, Thomas de Maiziére.

- Hendan støðan krevur at vit í verki gera nakað beinavegin, og at vit vísa samhaldsfesti í Evropa, sigur týski innanríkisráðharrin.

SÍ EISINI Leiðarar á kreppufund um flóttafólkastreymin

Týskland, sum væntar at taka ímóti 800.000 flóttafólki í ár, hevur mælt til, at ein listi yvir sonevnd "góðkend upprunalond" verður gjørdur fyri at skunda undir viðgerðirnar av umsóknum um friðskjól.

Hetta er partur av áheitanini frá teimum trimum innanríkisráðharrunum. Grikkaland, sum hevur stórar fíggjarligar avbjóðingar, hevur tikið í móti fleiri túsund flóttafólkum, og er undir stórum trýsti verður sagt.

Eysturevropeisku londini kundu hjálpt meira

Samstundis, sum fundurin varð innkallaður, segði franski ráðharrin, Laurent Fabius, sína hugsan um eysturevropeisku londini í ES, sum hann heldur gera alt ov lítið fyri at hjálpa.

- Eg haldi, at tað er skammiligt, tá eg síggji ES-lond, serliga eystanfyri, sum ikki vilja taka ímóti flóttafólkum, segði Laurent Fabius við útvarpsrásina Europe One.

Fríggjadagin staðfesti ST, at higartil í ár eru 300.000 fólk farin um Miðjarðahavið við tí fyri eyga at sleppa inn í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762