Bilførari dømdur fyri skilaleysa koyring

Bilførari dømdur fyri skilaleysa koyring
Skilaleys koyring var orsøkin til ferðsluvanlukkuna í Kollafjarðartunlinum 14. juni í 2014, tá ein maður á súkklu varð ákoyrdur og doyði
Ein 59 ára gamal maður, sum súkklaði í Kollafjarðartunlinum 14. juni í 2014, doyði, tá ein bilur koyrdi á hann. Bilførarin, ið rendi á mannin, er nú dømdur
 
20.01.2016 - 08:06

Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár. Ein 59 ára gamal maður, sum súkklaði í tunlinum, doyði, tá ein bilur rendi á hann. Bæði bilurin og súkklan koyrdu sama veg.

Bilførarin, sum sambært ákæruritinum er føddur í 1943, fekk 20 dagbøtur á 300 krónur, tilsamans 6.000 krónur, og hann misti koyrikortið, men tó treytað.

SÍ EISINI Súkklari deyður í ferðsluvanlukku

Hann missir ikki koyrikortið, um hann ikki hevur gjørt seg sekan í lógarbroti, sum ger, at hann missir koyrikortið, áðrenn trý ár eru farin frá endaliga dóminum í málinum um ferðsluvanlukkuna í Kollafjarðartunlinum.

Bilførarin er dømdur fyri at bróta ferðslulógina og revsilógina, fyri manndráp av ósketni. Hann noktaði seg sekan. Rætturin hoyrdi átta vitni í málinum.

Bilførarin átti at sæð mannin á súkklu

Sambært ákæruritinum var maðurin á súkkluni í endurskinsvesti, men kortini sá bilførarin hann ikki. Tað eru ikki linnandi umstøður, at maðurin á súkkluni, sambært tí, sum rætturin fekk at vita, koyrdi ótrygt og var nakað inni á vegnum.

Hendan súkklingin var ikki uttan fyri tað, sum kann væntast. Ferðin hjá bilinum var okkurt um 80 km/t, sambært ákæruritinum.

Føroya rættur sigur í dóminum, at bilførarin í eina góða løtu átti at sæð mannin á súkkluni framman fyri bilin, og tí er hann sekur í báðum ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572