Fjórðihvør boripallur í Norðsjónum riggast av

Fjórðihvør boripallur í Norðsjónum riggast av
Einir 150 bretskir boripallar í Norðsjónum eru burtur um tíggju ár, er dapri spádómurin hjá bretskari greiningarfyritøku
Væntandi hvørva 146 bretskir boripallar í Norðsjónum frá 2019-2016, heldur greiningarfyritøka. Á myndini ein boripallur við bryggju í Invergordon í Skotlandi
 
08.02.2016 - 09:10

Fallandi oljuprísirnir, ið skaka oljuvinnuna, raka bretsku oljuvinnuna í Norðsjónum meint. Tað heldur ein greiningarfyritøka, ið The Guardian endurgevur.

- Væntandi hvørva 146 bretskir boripallar í Norðsjónum frá 2019-2026. Tað er umleið 25 prosent, sigur greiningarfyritøkan, Douglas Westwood, sambært bretska blaðnum.

Bretska stjórnin hevur longu gjørt av at stuðla bretsku oljuvinnuni í Norðsjónum við trimum milliardum krónum. Tað verður gjørt í vónini um at varðveita arbeiðspláss.

Nýggj forsøgn kemur seinni í februar

Seinni í hesum mánaðinum gevur bretska greiningarfyritøkan, Douglas Westwood, út eina nýggja forsøgn, ið greinar tølini fyri oljuvinnuna í Norðsjónum nærri.

Í greiningini verður varpað ljós serliga á danskar, norskar, týskar og bretskar fyritøkur, sum virka í oljuvinnuni í Norðsjónum.

Tað er ikki bara í Evropa, at oljuvinnan er illa kroyst. Í 2015 fóru 41 amerikonsk oljufeløg á húsagang. Amerikanski tjóðbankin væntar, at gongdin heldur fram eisini í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juni
Morgunlestur mánadagur 15.juni 2026
209561
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678