ST tingast um neyðhjálp til Sýria

ST tingast um neyðhjálp til Sýria
USA, Bretland og Frakland heita á Sameindu Tjóðir um at fara undir at sleppa neyðhjálp úr flogførum til fólk, sum búgva í kringsettum økjum í Sýria
Eitt fylgi hjá Reyða Krossi kom mikudagin til Darayya við neyðhjálp. USA, Bretland og Frakland heita nú á ST um at sleppa neyðhjálp úr flogførum til tey illa støddu fólkini í teimum kringsettu økjunum í Sýria
Mynd: AP  
 
02.06.2016 - 09:35

Londini siga, at stjórnin í Sýria hevur ikki virt eina avtalu um, at umfatandi neyðhjálp skuldi veitast neyðstøddum í Sýria 1. juni, sum var í gjár.

Eini 4000 fólk í kringsetta býinum Darayya uttan fyri Damaskus hava onga matvøruhjálp fingið síðan 2012.

Í gjár fingu tey fyrstu ferð neyðhjálp, men nú verður sagt, at talan bara var um smáar nøgdir av heilivági og øðrum neyðsynjarvørum, sum ikki var matur.

Trygdarráðið hjá Sameindu Tjóðum kemur saman fríggjadagin at røða um at veita neyðhjálp úr fløgførum til neyðstødd í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659