Cliff Richard verður ikki skuldsettur

Cliff Richard verður ikki skuldsettur
Ákæruvaldið hevur ikki nóg mikið av prógvum til, at sangarin, Cliff Richard, kann skuldsetast fyri kynsligan ágang móti einum drongi
Skuldsetingarnar móti Sir Cliff Richard verða sleptar, tí prógvini ikki eru nóg góð, hevur ákæruvaldið gjørt av. Hann var ákærdur fyri kynsligan ágang fyri meira enn 20 árum síðani
 
16.06.2016 - 13:27

Skuldsetingar, um kynsligan ágang móti einum drongi undir 16 ár, eru ikki haldgóðar. Tí verður Sir Cliff Richard ikki skuldsettur fyri kynsligan ágang.

Tað er niðurstøðan hjá bretska ákæruvaldinum, ið hevur kannað prógvini í málinum, har Cliff Richard var ákærdur fyri kynsligan ágang í einum máli, sum er eldri enn 20 ár.

Noktaði seg sekan

- Vit hava avgjørt, at tað ikki eru nóg góð prógv til at rættarsøkja, sigur høvuðsákærin, Martin Goldman, sambært tíðindastovuni Reuters.

Cliff Richard hevur noktað seg sekan í øllum ákærum. Hann varð avhoyrdur í málinum, men hevur hvørki verið handtikin ella skuldsettur.

Bretski sangarin, Sir Cliff Richard, kemur til Føroya í summar, tá hann í august syngur á ársins Summarfestivali í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
PLÁTUPANELIÐ #36 (1991)
202206
Leygardag 3. januar
Jambalaja - 030126
202205
Leygardag 3. januar
Upp á tá - 020126
202204
Leygardag 3. januar
Morgunlestur leygardagur 3.januar 2026
202086
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132