Brexit: ES londini á kreppufund

Brexit: ES londini á kreppufund
Umboð fyri fleiri av stóru ES-londunum hava kreppufund í dag, nú Bretland ætlar sær úr samveldinum.
 
25.06.2016 - 13:19

Týski uttanríkisráðharrin, Frank Walter Steinmeirer, hevur boðið sínum starvsfeløgum í Fraklandi, Hollandi, Italia, Belgia og Luxemburg á fund at tosa um íkomnu støðuna, nú bretar ætlar sær úr samveldinum.

Hetta er tann fyrsti í eini røð av fundum, sum leiðarar í ES-londum halda komandi dagarnar.

Mánadagin hittast týski kanslarin Angela Merkel og franski forsetin Hollande við italska forsætisráðharran Matteo Renzi og ES-forsetan Donald Tusk, at tosa um møguligar broytingar í samveldinum, nú Bretland tekur seg úr tí.

Og týsdagin fer fráfarandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, at tosa um støðuna á ES-toppfundi í Brúsell. 

Men longu dagin eftir noyðist bretski forsætisráðharrin at bíða uttanfyri fundarhølini, tá umboð fyri hini 27 londini tingast víðari um, hvat skal henda við samveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659