Ferð kemur nú á arktisku ferðavinnuna

Ferð kemur nú á arktisku ferðavinnuna
Ferðavinnan í Arktis tekur nú veruliga dik á seg. Ferðafólkaskip fara at sigla við ferðafólki í bæði landnyrðings- og útnyrðingsleiðini í summar
 
07.07.2016 - 13:52

Serligt útgjørd skip hava áður siglt landnyrðings- og útnyrðingsleiðirnar millum Kyrrahavið og Atlantshavið, men tað er fyrstu ferð, at ferðafólkaskip sigla báðar leiðirnar eitt summar.

16. august loysir týska skipið, Hanseatic úr Tromsø, við kós móti Kyrrahavinum. Umborð eru 170 fólk. Skipið hevur kós móti Alaska.

Bjargingartyrlur eru tilreiðar

16. august loysir eisini stóra amerikanska ferðafólkaskipið, Crystal Serenity úr Alaska, við 1700 fólkum umborð og við kós móti New York. Crystal Serenity siglir ikki einsamalt.

Eitt minni skip skal sigla við allan túrin sum trygd, og amerikanska sjóverjan hevur sett tvær tyrlur av til at taka sær av møguligum neyðstøðum saman við kanadisku bjargingartænastuni.

Trygdin í Arktis hevur verið heita evnið á fleiri arktiskum fundum seinastu árini og verður mett at vera ein fortreyt fyri, at ferðafólkaskip og farmaskip kunnu sigla hesar báðar leiðirnar regluliga.

Leiðirnar eisini týdning í Føroyum

18 skip, farmaskip flest øll, sigdu landnyrðinsleiðina í fjør. Flestu skipini vóru russisk. Tað er lægsta talið seinastu árini.

Høgi oljuprísurin seinnu árini hevur gjørt stytru men vandamiklu landnyrðinsleiðina verda at royna fyri at spara oljuútreiðslur.

Men oljukreppan í fjør og í ár hevur gjørt leiðina minni áhugaverda. Tey flestu vænta tó, at leiðirnar fara at spæla ein stóran leiklut - eisini í Føroyum - komandi árini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659